Featured
Á ferð í rúmdini
Í sólskipanini eru fýra gongustjørnur, sum verða nevndar innaru gongustjørnurnar. Nevndar frá Sólini eru tær: Merkur, Venus, Jørðin og Mars. Allar fýra eru úr gróti og metali, mest jarni, og allar hava tær fasta ýtu.
Okkara sól og sólskipan er í einari stjørnubreyt, sum eitur Vetrarbreytin. Allar stjørnurnar, sum vit síggja við berum eygum, eru partur av Vetrarbreytini, sum til samans fevnir um einar 200 milliardir stjørnur.