Hey Pól!
Nógv siga, at Jupiter ongar ringar hevur um seg. Eg havi leitað á Google, men finni tíverri ikki tað endaliga svarið. Veitst tú, um tað passar?
Heilsan tann, ið ætlar at arbeiða hjá NASA
Hey!
Jú sanniliga, Jupiter, størsta gongustjørnan í sólskipanini, hevur eins og Saturn ringar um seg, men teir eru nógv kámari enn ringarnir um Saturn. Teir vórðu sæddir á fyrsta sinni úr Voyager rúmdarførunum í 1979. Ringarnir eru úr fínum dusti, helst frá meteorittum, sum hava rakt innastu mánarnar hjá Jupiter.
Eisini Uranus og Neptun hava ringar. Í 1977 myrkti Uranus fyri ljósinum frá einari stjørnu. Tá varnaðust granskarar, at stjørnuljósið kámaðist fleiri ferðir, áðrenn tað sloknaði. Tá ið stjørnan var komin til sjóndar aftur hinumegin Uranus, kámaðist ljósið aftur, nú í øvugtari røð. Hetta varð tulkað soleiðis, at Uranus hevði ringar um seg.
Voyager váttaði, at so var. Uranus hevur 13 ringar. Ringarnir um Neptun eru fýra í tali. Teir vórðu sæddir á fyrsta sinni úr Voyager 2 í 1989.
Vinaliga
Pól