Alheimurin (universið) er alt, sum er til, eisini tað, sum vit ikki síggja og einki vita um.
Hægsta fjallið á Jørðini eitur Mount Everest og er 8,8 km. Men hvussu høgt er hægsta fjallið í okkara Sólskipan?
Einaferð fara kanska stór gistingarhús at sveima í ringrás um Jørðina. Tá fer at bera til at skipa fyri útferðum til Mánan.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fara á vesið ella leggja seg at sova úti í rúmdini, tí í rúmdini valdar vektloysi ...
Fyrstu rúmdarferðirnar hjá fólki vóru stuttar. Nú hava vit stórar rúmdarstøðir, har astronautar kunnu búgva og arbeiða í rúmdini í vikur og mánaðir.
Tað tekur einum rúmdarfari 90 minuttir at fara eina ferð runt um Jørðina. Men hvussu lætt er tað at koma út í rúmdina?
Á Jørðini er næstan ongantíð fríður. Beint nú hoyrir tú kanska prát frá floksfelagum, eina fartelefon, sum plingar, ein bil, sum brummar ella eina hurð, sum klamsar. Men í rúmdini púra stilt. Hví man tað vera?
Fótaspor, sum rúmdarfólk hava sett á Mánan, fara at standa sjónsk í milliónir ár, tí har er einki veður at káma tey burtur, tað vil siga hvørki regn, vindur ella kavi.
Á Mánanum er eingin luft, einki veður og einki lív. Mánin lýsir ikki sjálvur. Hann er tó ógvuliga bjartur at síggja til, tí tá ið Sólin lýsir á hann, virkar hann sum eitt endurskin.
Fyrstu ‘astronatarnir’ vóru dýr. Fyrst vóru flugur sendar út í rúmdina, síðan mýs, apur og hundar.
Tær átta gongustjørnurnar í Sólskipanini eru ógvuliga langt frá hvør aðrari. Tær eru eisini ógvuliga ymiskar í stødd. Jupiter er tann størsta og Merkur tann minsta.
At arbeiða í rúmdini er strævið og vandamikið og krevur nógva venjing. Enntá áðrenn venjingin byrjar, eru tað nøkur ting, tú verður noydd/ur at hugsa um!
Um ein astronautur hevði sveimað úti í rúmdini við ongari vernd, hevði hann skjótt doyð.
Nógvir stjørnufrøðingar halda, at tað var ein smástjørna, sum gjørdi av við dinosaurarnar. Hildið verður, at hon datt niður í Miðamerika fyri 65 milliónum árum síðan og var sum eitt fjall til støddar.
Soleiðis sá tað út, tá ið eitt rúmdarfar setti kanningarfarið Curiosity niður á Mars.
Eitt kanningarfar er eitt ómannað rúmdarfar, sum flýgur til aðrar gongustjørnur. Tað tekur nógvar myndir og sendir tær til teldur á Jørðini.
Tjúkka lofthavið um Jørðina kann stundum órógva stjørnufrøðingar, tá ið teir eygleiða rúmdina. Fyri at fáa eitt betri útsýni, verða stórir kikarar ofta bygdir á høgum fjallatoppum, har luftin er tynri og klárari.
Summi teleskop sveima um Jørðina úti í rúmdini. Les um Hubble Space telescope, sum er ein kendur rúmdarkikari.
Rundan um Jørðina er tjúkt lag av luft, sum vit nevna lofthav (atmosferu). Lofthavið verður tynri og tynri longri burtur vit koma frá Jørðini og tynnist at enda burtur í einki. Tað er her, rúmdin byrjar.
Hóast Jørðin alla tíðina er á ferð um Sólina, merkja vit ikki, at hon flytur seg. Jørðin melur eisini um seg sjálva. Ein snúningur tekur um 23 tímar og 56 minuttir.
Milliardir og aftur milliardir av stjørnum eru bólkaðar saman í stjørnubreytir (galaksar), og tað eru hundraðtals milliardir stjørnubreytir í rúmdini! Ein teirra er Vetrarbreytin og har búgva vit.
Stjørnur eru teir vanligastu himmalknøttirnir í rúmdini. Tær verða til inni í risastórum skýggjum av gassi og dusti. Vit nevna skýggini tokur.