Ferðafólk í rúmdini

Nógv halda, at tað onkuntíð fer at vera vanligt at ferðast út í rúmdina og enntá til aðrar gongustjørnur.

Og kanska er nakað um tað, tí vanlig fólk hava ferðast út í rúmdina síðan 2001 í russiskum og amerikonskum rúmdarførum.

Tey fyrstu ferðafólka-rúmdarførini 'SpaceShipTwo' gera í løtuni royndarflúgvingar og fara væntandi at flúgva við ferðafólkum innan nøkur ár.  Kostnaðurin fyri ein ferðaseðil er um 1 millión krónur. Fyri hesa upphædd sleppur tú at uppliva vektloysi í nakrar minuttir. 

Spaceshiptwo er ætlað at flyta ferðafólk út í rúmdina. Á myndini er farið fest í eitt flutningsflogfar, sum tað verður skotið út frá. MYND: Virgin Galactic 

Spaceshiptwo er ætlað at flyta ferðafólk út í rúmdina. Á myndini er farið fest í eitt flutningsflogfar, sum tað verður skotið út frá. MYND: Virgin Galactic 

Rúmdarhotell

Einaferð fara kanska stór gistingarhús at sveima í ringrás um Jørðina. Tá fer at bera til at skipa fyri útferðum til Mánan. 

Sum er fer skjótt at bera til at ferðast til Altjóða rúmdastøðina (ISS) og gista har. Í apríl 2016 varð eitt rúmdarhylki, sum kann blásast upp, The Bigelow Expandable Activity Module (BEAM), fest í støðina. BEAM er ætlað astronautum, granskarum og enntá ferðafólkum at búgva í.

BEAM rúmdarhylkið fest í Altjóða rúmdarstøðini. MYND: BEAM

BEAM rúmdarhylkið fest í Altjóða rúmdarstøðini. MYND: BEAM

So stórt er BEAM rúmdarhylkið. MYND: BEAM

So stórt er BEAM rúmdarhylkið. MYND: BEAM

BEAM rúmdarhylkið innan. MYND: BEAM

BEAM rúmdarhylkið innan. MYND: BEAM