Alheimurin (universið) er alt, sum er til, eisini tað, sum vit ikki síggja og einki vita um. Meginparturin av alheiminum er í veruleikanum tómt rúm, har stjørnubreytir, sum okkara Vetrarbreyt, sveima.
Alheimurin er 13,8 milliardir ár. Okkara sólskipan er um 5 milliardir ár og varð ikki til, fyrr enn 8,8 milliardir ár eftir tað, at alheimurin varð til.
Bresturin Mikli
Granskarar halda, at alheimurin vaks fram úr einum bresti, sum var fyri fleiri milliardum árum síðan. Brestin nevna teir Brestin Mikla (Big Bang).
Úr brestinum kom heitt tilfar, sum seinni varð til allar tær stjørnubreytir, stjørnur, gongustjørnur og mánar, sum eru í alheiminum.
Hvussu stórur er alheimurin?
Tað er ikki lætt at ímynda sær, hvussu stórur alheimurin er, tí hann tykist at hava eingi mørk.
Tó vita granskarar, at stjørnubreytirnar í rúmdini reka burtur frá hvør aðrari, og tað sigur okkum,
at alheimurin veksur alla tíðina.
Higartil hava vit bara kannað ein evarskan lítlan part av alheiminum ...