Hvat er í rúmdini?

Tað eru nógvir ymiskir knøttir í rúmdini. Her eru nakrir teirra:

Gongustjørna og mánar. MYND: NASA

Gongustjørna og mánar. MYND: NASA

Gongustjørnir

Gongustjørnir eru stórir, rundir klumpar úr gróti og metali ella kúlur úr gassi.

Mánar

Rundan um summar gongustjørnur eru MÁNAR í ringrás. Teir eru úr ísi ella gróti.

SMÁSTJØRNUR

Smærri petti av ísi, metali ella gróti nevna vit smástjørnur (asteroidur).

Les meira um smástjørnur her!

Í okkara sólskipan eru nógvar smástjørnur. Nógvar teirra eru í ringrás um Sólina millum Mars og Jupiter. Hetta økið verður nevnt Smástjørnubeltið . MYND: iStockphoto 

Í okkara sólskipan eru nógvar smástjørnur. Nógvar teirra eru í ringrás um Sólina millum Mars og Jupiter. Hetta økið verður nevnt Smástjørnubeltið . MYND: iStockphoto 

STJØRNUR

Stjørnur eru ógvuliga stórar lýsandi kúlur av brennandi heitum gassi. Gongustjørnur mala kring nógvar teirra.

Sólin er tann stjørnan, sum er Jørðini næst.

STJØRNUBREYTIR

Milliardir og aftur milliardir av stjørnum eru bólkaðar saman í STJØRNUBREYTIR (galaksar) ... 

... og tað eru hundraðtals milliardir stjørnubreytir í rúmdini.