Stjørnur eru teir vanligastu himmalknøttirnir í rúmdini. Tær verða til inni í risastórum skýggjum av gassi og dusti. Vit nevna skýggini tokur.
Atdráttarkraftin ger, at dust og gass klumpar seg saman inni í tokuni. Klumpurin verður skjótt heitur og fer at lýsa – skína. Hetta er ein stjørna.
Stjørnan skínur í fleiri milliónir ella milliardir ár. Hon doyr, tá ið einki gass er eftir at brenna.
Tá ið stjørnur doyggja
Stjørnur eru sum fólk. Tær føðast, liva sítt lív og doyggja. Og tær broytast, sum tær eldast. Men stjørnulív eru væl drúgvari enn mannalív, ofta milliardir ár.
Smáar og miðalstórar stjørnur sum okkara sól doyggja friðarliga. Tær bólgna upp og verða til reyðar stórstjørnur. Seinni sleingja tær ein part av tilfarinum út í rúmdina. Síðan kólna tær spakuliga og draga seg saman.
Spreingistjørnur
Tær størstu stjørnurnar liva stytst og enda í eini ógvisligari spreinging. Hetta verður nevnt ein spreingistjørna (supernova) .