Rundan um Jørðina er tjúkt lag av luft, sum vit nevna lofthav (atmosferu). Lofthavið verður tynri og tynri longri burtur vit koma frá Jørðini og tynnist at enda burtur í einki. Tað er her, rúmdin byrjar.
Tá ið tú ert 100 km uppi, eru flest allir granskarar samdir um, at tú ert úti í rúmdini. Hetta er Karman linjan.
Flogfør flúgva umleið 10 km uppi og njósnaraflogfør flúgva í umleið 23 km hædd.
At snýta tyngdarkraftina
Tyngdarkraftin er tann kraftin, sum heldur tær her á Jørðini, so tú ikki sveimar út í rúmdina.
Í rúmdini valdar vektloysi. Fyri at koma út í rúmdina má eitt rúmdarfar vinna á sterku atdráttarkraftini frá Jørðini.
At flúgva ella sveima runt um eina gongustjørnu, stjørnu ella mána, er at vera í ringrás.