At arbeiða í rúmdini er strævið og vandamikið og krevur nógva venjing.
Enntá áðrenn venjingin byrjar, má ein astronautur:
- klára seg væl í skúlanum, serliga í náttúru og tøkni og støddfrøði. Síðan má hann fara á fróðskaparsetur
- duga væl við fólki. Tað krevur nógv at vera saman við øðrum fólkum alla tíðina inni í einum trongum rúmdarfari
- vera ógvuliga væl fyri kropsliga
- ikki vera minni enn 157,5 sentimetrar til hæddar og ikki hægri enn 190,5 sentimetrar, tí rúmdarfør eru trong, men tú mást eisini kunna røkka stýriamboðunum