8 gongustjørnur

Jørðin er ein av átta gongustjørnum, sum ganga kring Sólina. Sólin og allir knøttirnir, sum eru í ringrás um hana, eru við í sólskipanini. 

Tað er tyngdarkraftin, sum heldur gongustjørnum føstum í sólskipanini. Sólin er størst og hevur tí sterkastu atdráttarkraftina av øllum. Hon noyðir gongustjørnurnar at ganga í ringrás um seg.

Sólin og allir knøttirnir, sum eru í ringrás um hana, eru við í sólskipanini. Frá vinstru: Sólin, Merkur, Venus, Jørðin, Mars, Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun. MYND: iStockphoto

Allar gongustjørnurnar ganga sama veg um Sólina. Tær mala eisini um seg sjálvar, meðan tær eru á ferð um Sólina. Men ymiskt er, hvussu skjótt tær ferðast. Jupiter hevur næstan 12 jarðarár at ganga um Sólina, og eitt ár á Neptun er sum 165 jarðarár.

Eru ógvuliga ymiskar

Tær fýra innastu gongustjørn­urnar (Merkur, Venus, Jørðin og Mars) eru allar úr steinsløgum og metalum og hava skorpu. Tær fýra ytru gongustjørnurnar (Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun) eru ovurstórir gassknøttir.

Gongustjørnurnar í sólskipanini eru ógvuliga langt frá hvør aðrari. Á myndini omanfyri eru tær kroystar saman fyri at passa á eina og somu mynd. Tær eru eisini ógvuliga ymiskar í stødd. Jupiter er tann størsta og Merkur tann minsta.

Smástjørnubeltið

Í sólskipanini eru eisini nógvar smástjørnur. Nógvar teirra eru í ringrás um Sólina millum Mars og Jupiter. Hetta økið verður nevnt Smástjørnubeltið. 

Smástjørnubeltið. Tann størsta smástjørnan í Smástjørnubeltinum eitur Ceres. Hon er sum Frakland til støddar. MYND: iStockphoto 

Smástjørnubeltið. Tann størsta smástjørnan í Smástjørnubeltinum eitur Ceres. Hon er sum Frakland til støddar. MYND: iStockphoto 

Kuiper-beltið

Uttan fyri gongustjørnurnar er Kuiper-beltið. Eins og í Smástjørnubeltinum eru nógvar smástjørnur her. Smágongustjørnur eins og Pluto, sum eru ov smáar at roknast fyri veruligar gongustjørnur, eru eisini at finna her. 

Les meiri um smástjørnur her!