Fyrstu ‘astronatarnir’ vóru dýr. Fyrst vóru flugur sendar út í rúmdina, síðan mýs, apur og hundar.
Tann fyrsti ‘astronaturin’, sum fór í ringrás um Jørðina, var tíkin Laika. Hon doyði tó av øllum hitanum, meðan hon var í ringrás. Hetta var í 1957.
Fyrsti maðurin, sum fór út í rúmdina, var russi og æt Juri Gagarin. Í 1961 fór hann eina ferð runt Jørðina.
Fyrsta kvinnan fór út í rúmdina í 1963. Hon æt Valentina Tereshkova.