Mánin

Mánin er í ringrás um Jørðina. Hann melur, soleiðis at sama hálva - rættan - altíð vendir móti okkum. Tískil hevur hann eisini eina rangu, sum aldri sæst av Jørðini.

Mánin. MYND: Faroephoto.com/Ólavur Fredriksen

Mánin. MYND: Faroephoto.com/Ólavur Fredriksen

Tað tekur Mánanum umleið 27 samdøgur at koma eina ferð runt um Jørðina.

Á Mánanum er eingin luft, einki veður og einki lív. Mánin lýsir ikki sjálvur. Hann er tó ógvuliga bjartur at síggja til, tí tá ið Sólin lýsir á hann, virkar hann sum eitt endurskin.

Tað er ymiskt, hvussu nógv vit síggja av Mánanum. Vit síggja bara tann partin, sum Sólin skínur á. Tí kann tað tykjast sum skiftir Mánin skap.

Onkuntíð síggja vit ikki Mánan, hóast klárt er í veðrinum. Orsøkin er, at Sólin lýsir á ta síðuna, sum vendir frá Jørðini – á ranguna.