Í fleiri enn 50 ár hava stjørnufrøðingar brúkt rúmdarfør at kanna Mánan. Mánin er einasti himmalknøttur, umframt Jørðina, sum fólk hava sett síni bein á.
Fyrstu fólk á Mánanum vóru Neil Armstrong og Edwin “Buzz” Aldrin. Teir tóku mánasteinar við aftur til Jørðina.
Tað vórðu gjørdar seks mannaðar ferðir upp á Mánan, allar í árunum 1969-1972 . Til samans hava 12 rúmdarfólk gingið á Mánanum .
Ein rakettferð til Mánan og aftur tekur einar seks dagar.
Seta síni spor
Fótaspor, sum rúmdarfólk hava sett á Mánan, fara at standa sjónsk í milliónir ár, tí har er einki veður at káma tey burtur, tað vil siga hvørki regn, vindur ella kavi.