Smástjørnur

Navnið smástjørnur er í veruleikanum villleiðandi, tí smástjørnur eru ikki stjørnur, men steinkendir knøttir – rúmdarsteinar – úti í rúmdini.

Smástjørnurbeltið millum Mars og Jupiter. Tann størsta smástjørnan í Smástjørnubeltinum eitur Ceres. Hon er sum Frakland til støddar. MYND: iStocphoto

Smástjørnurbeltið millum Mars og Jupiter. Tann størsta smástjørnan í Smástjørnubeltinum eitur Ceres. Hon er sum Frakland til støddar. MYND: iStocphoto

Smástjørnur verða eisini nevndar asteroidir. Flestu smástjørnur í okkara sólskipan ganga í ringrás millum Mars og Jupiter. Les meiri her!

Stjørnuskot og loftsteinar

Tó eru summar smástjørnur, sum fara sína egnu leið, og av og á raka tær ella petti av teimum Jørðina.

Flestu av hesum rúmdarsteinum verða tó so heitir, tá ið teir koma inn í lofthavið hjá okkum, at teir kolast upp. Hetta sæst sum ein ljósrípa eftir luftini. Hon sæst eina stutta løtu og hvørvur so aftur. Hetta nevna vit eitt stjørnuskot.

Stjørnuskot oman fyri Skælingsfjall á Streymoynni. MYND: Faroephoto.com/Ólavur Fredriksen

Stjørnuskot oman fyri Skælingsfjall á Streymoynni. MYND: Faroephoto.com/Ólavur Fredriksen

Aðrir rúmdarsteinar detta niður á Jørðina. Hesar nevna vit loftsteinar (meteorittar). Teir kunnu vera úr gróti ella metali. 

Smástjørna oyddi dinosararnar

Tyranosaurus Rex

Tyranosaurus Rex

Nógvir stjørnufrøðingar halda, at tað var ein smástjørna, sum gjørdi av við dinosaurarnar. Hildið verður, at hon datt niður í Miðamerika fyri 65 milliónum árum síðan og var sum eitt fjall til støddar.

Baryonyx

Baryonyx

Eftir samanbrestin var so nógv dust í lofthavinum, at sólarljósið ikki náddi Jørðina í langa tíð. Tí kólnaði Jørðin so nógv, at dinosaurarnir doyðu og eisini mong onnur dýr.