Kanningarakfør hava antennur og tól at kanna ókendar klótur við. Tey koyra runt, taka myndir og taka royndir av skorpuni.
Kanningarakfarið Curiosity kom á Mars í 2012. Her hevur tað kannað steinsløg og leitað eftir vatni.
Curiosity hevur ein mekaniskan arm við einum bori í endanum. Við arminum verður tilfar flutt inn í farið til kanningar. Upplýsingar, sum verða savnaðar, verða sendar til stjørnufrøðingar á Jørðini at greina.