At kanna gongustjørnur

Eitt kanningarfar er eitt ómannað rúmdarfar, sum flýgur til aðrar gongustjørnur. Tað tekur nógvar myndir og sendir tær til teldur á Jørðini.

Venus er nærmasta gongustjørna okkara. Hon er huld í tjúkkum lofthavi, sum er gløðandi heitt og eitrandi. Magellan-kanningarfarið brúkti tí radara at gera myndir av skorpuni á Venus. Magellan sendi signal niður gjøgnum skýggini. Signalini raktu skorpuna á Venus og vóru send aftur til kanningarfarið. Ein telda gjørdi síðan signalini um til myndir.

Voyager 2

Voyager 2 kanningarfarið byrjaði ferð sína í 1977. Í 1986 rundaði farið Uranus, og í 1989 fleyg tað fram við Neptun, sum er uttasta gongustjørnan í okkara sólskipan. 1989 gjørdist sostatt árið, tá ið allar gongustjørnurnar í sólskipanini høvdu havt vitjan av einum kanningarfari. 

Í løtuni er Voyager 2 nakað uttan fyri Kuiper-beltið og heldur nú leiðina fram á einsligu ferð síni burtur úr sólskipanini.