Stjørnufrøðingar brúka stjørnukikarar – teleskop – at fáa eina greiða mynd av tí, sum er í rúmdini. Tað eru fleiri sløg av stjørnukikarum.
Tað finnast eisisni serlig støð, har fólk arbeiða við at kanna stjørnur. Hesi støð nevna vit stjørnukanningarstøð ella observatorium. Her eru teir størstu og sterkastu stjørnukikararnir. Teir hava stórar linsur ella stór, bogað spegl og kamera at gera myndir við.
Tjúkka lofthavið um Jørðina kann stundum órógva stjørnufrøðingar, tá ið teir eygleiða rúmdina. Fyri at fáa eitt betri útsýni, verða stórir kikarar ofta bygdir á høgum fjallatoppum, har luftin er tynri og klárari.
Radioteleskop
Nakrir kikarar virka ikki við ljósi, men kanna í staðin radioaldur úr rúmdini. Hetta eru radio-teleskop. Tey hava stórar parabolskálir og antennur, sum savna radioaldur úr rúmdini og gera tær um til elektrisk signal. Úr signalunum gera teldur myndir, sum kunnu siga okkum frá rúmdini.