Ein av størstu avbjóðingunum við rúmdarferðum er, at tað er so trupult at koma út í rúmdina. Fyri at klára at vinna á tyngdarkraftini um Jørðina, eru rúmdarfør tí fest í sterkar rakettir, sum skjóta ferðina í gongd.
So við og við sum rúmdarfarið kemur hægri upp, detta rakettirnar í havið. Og longu eftir nýggju minuttum sveimar rúmdarfarið frítt í rúmdini.
Tað tekur einum rúmdarfari 90 minuttir at fara eina ferð runt um Jørðina.
Heimferðin
Tá ið rúmdarfarið kemur aftur, sveimar tað sjálvt niður gjøgnum lofthavið um Jørðina. Ein fallskíggi hjálpir til at taka ferðina av rúmdarfarinum. Fá sekund áðrenn rúmdarfarið lendir, tendra nakrir motorar, sum gera, at lendingin ikki verður so hørð.
Ferðirnar hjá rúmdarførum eru ikki so drúgvar, oftast um eina viku.
Visti tú ...
... at eini 100 rúmdarfør verða send av stað um árið?
... at um 1000 fylgisveinar ganga í ringrás um Jørðina?
... at tað longsta ein astronatur hevur verið úti í rúmdin er 1 ár og 72 samdøgur?