Í rúmdini er tøgn

Á Jørðini er næstan ongantíð fríður. Beint nú hoyrir tú kanska prát frá floksfelagum, eina fartelefon, sum plingar, ein bil, sum brummar ella eina hurð, sum klamsar. Men í rúmdini púra stilt. Hví man tað vera?

Ljóð fer gjøgnum luft. Í rúmdini er lufttómt (vakuum). Hetta merkir, at her er eingin luft ella annað gass og næstan heldur einki evni av nøkrum slagi.

So sjálvt um tú tók eitt stórt orkestur við út í rúmdina og sat beint við og lurtaði, meðan tað spældi, so hevði tú einki hoyrt. 

Grátur

Heldur ikki grátur hoyrist í rúmdini. Og í grundini ber tað ikki rættiliga til at gráta í rúmdini, tí har er eingin tyngdarkraft at fáa tárini at renna.

Luktur

Uttan luft ber ikki til lukta. Men um til bar at lukta úti í rúmdini, hevði tú helst hildið, at har luktaði av gassi ella grillosi.