Fyrstu rúmdarferðirnar hjá fólki vóru stuttar. Nú hava vit stórar rúmdarstøðir, har astronautar kunnu búgva og arbeiða í rúmdini í vikur og mánaðir.
Altjóða rúmdarstøðin – ISS – er størsta rúmdarstøðin nakrantíð og tók um 13 ár at byggja. Arbeiðið at byggja støðina byrjaði í 1998. Teir ymsu partarnir eru bygdir á Jørðini og síðan fluttir út í rúmdina við rakettum og rúmdarferjum. Astronautar hava síðan sett partarnar saman úti í rúmdini.
16 lond hava samstarvað um at byggja Altjóða rúmdarstøðina - ISS.