Ein gongustjørna er ein stórur himmalknøttur, sum melur um eina stjørnu. Okkara gongustjørna eitur JØRÐIN. Hon er mest úr gróti, og innast er nógv jarn. Hetta er kjarnin í Jørðini.
Jørðin melur um Sólina, sum er tann stjørnan, sum er Jørðini næst. Hóast Jørðin alla tíðina er á ferð um Sólina, merkja vit ikki, at hon flytur seg. Jørðin melur eisini um seg sjálva. Ein snúningur tekur um 23 tímar og 56 minuttir.
TANN BLÁA GONGUSTJØRNAN
Jørðin verður eisini nevnd 'Tann bláa gongustjørnan'. Sjógvur fjalir næstan 3⁄4 av Jørðini, og tí er hon blá at síggja til úr rúmdini. Og júst nógva vatnið var við til at birta lív.
Jørðin er einasta gongustjørnan, vit enn vita um, sum lív er á . Nógv ymisk sløg av plantum og dýrum eru á Jørðini . Plantur og dýr hava tørv á vatni og einum gassevni, sum eitur oxygen, fyri at liva . Ovmikið er av vatni og oxygeni á Jørðini .
JØRÐIN
- Evni: úr gróti og jarni
- Lofthav: tjúkt, ber til at anda
- At mala eina ferð um seg sjálva: 1 samdøgur
- At mala eina ferð kring Sólina: 365 samdøgur
- Fakta: nógva vatnið birti lív