Marsian
Hey Marsian!
Svarið er sjálvandi nei, men neyvt at siga, hvussu stórar gongustjørnur kunnu verða, er ikki einfalt.
Hyggja við at okkara sólskipan, kunnu vit býta gongustjørnurnar í tríggjar bólkar. Innast eru steinknøttirnir: Merkur, Venus, Jørðin og Mars. Hesir himmalknøttir hava, sum navnið sigur, fasta ýtu.
Ytri eru gasskempurnar: Jupiter, Saturn, Uranus og Neptun. Hesir knøttir hava helst ein fastan kjarna, men eru fyri tað mesta úr gassevnum eins og stjørnurnar, serliga hydrogeni og helium. Her ber tí ikki til at seta fótin á land.
Uttast eru Pluto og fleiri aðrir slíkir smáir og kaldir knøttir, sum nú verða nevndir smágongustjørnur ella dvørgagongustjørnur.
Verður ein steinknøttur 5-10 ferðir so tungur (og dupult so stórur) sum jørðin ella tyngri, fær knøtturin eitt tætt lofthav og fer at líkjast meiri einum gassknøtti. Og verður ein gassknøttur einar 15 ferðir so tungur sum Jupiter, fer knøtturin at líkjast onkrum millumtingi millum eina gongustjørnu og eina stjørnu, einum sonevndum brúnum dvørgi. Tað er trupult at siga neyvt, hvar hesi nevndu mørk eru.
Vinaliga
Pól