Hey Pól!
Eldur skal hava oxygen fyri at brenna. Men sólin er ein brennandi klóta í rúmdini – og har er eingin luft! Hvussu ber tað til?
Heilsan
Rannvá
Hey Rannvá!
Til vanliga brenning krevst okkurt, sum kann brenna, hiti og oxygen. Í brenningini verða evnasambond gjørd millum tað, sum brennur, og oxygen. Og brenningin gevur varmaorku.
Hóast sólin er brennandi heit, um leið 15 mió stig innast í miðdeplinum og knøpp 6000 stig uttaná, er ikki talan um vanliga brenning. Vit skulu heldur hugsa um okkurt, sum gløðir, t.d. gløðandi jarn.
Í sólini eru tað gassevni, sum gløða. Orkan verður gjørd inni í miðdeplinum við tað at hydrogen verður gjørt um til helium í atomkjarnatilgongdum. Í hvørjari tilgongd hvørvur ein evarska lítil nøgd. Tilgongdirnar eru nógvar í tali, og horvna nøgdin verður til orku, sum spakuliga, í milliónir ár, flytur seg út á ýtuna á sólini. Har sæst hon sum sjónligt ljós, sum hevur 8 minuttir at koma á jørðina.
Hóast sólin er um 150 mió km burturi, merkja vit væl hitan frá henni. Sólin letur eyðvitað eisini orku frá sær aðrar vegir. Fyri hetta mikla orkuoyðsl má sólin gjalda. Hon lætnar av hesum fleiri mió tons hvørt einasta sekund. Men tað munar lítið, tí sólin hevur so ovurstóra nøgd, at hon kann skína í fleiri mia ár afturat.
Vinaliga
Pól