Hey Pól!
Eg vil fegin vita, um rúmdin er óendalig ella ikki. Eg havi ofta hugsað, um nakað er uttan fyri rúmdina.
Rúna
Hey Rúna!
Vit síggja ikki alla rúmdina, og vit vita heldur ikki, um hon er óendalig ella ikki.
Vísindini eru sannførd um, at ein byrjan hevur verið, og at okkara rúmd hevur ikki altíð verið til.
Vit síggja tí ikki teir fjaru partarnar, har ljósið ikki hevur havt stundir enn at koma til okkara. Parturin av rúmdini, sum vit síggja, er endaligur, og hann er ómetaliga stórur, tíggjutals milliardir ljósár. Tað er helst størri, enn nakað menniskja er ført fyri at ímynda sær.
Um tann parturin, sum vit ikki síggja, er endaligur ella ikki, vita vit ikki. Tað kann ikki útilokast, at rúmdin øll frá byrjan hevur verið óendalig. Harafturat hava vit leingi vitað, at rúmdin víðkast, og síðan 1998 hava vit vitað, at rúmdin í okkara tíð víðkast skjótari og skjótari.
Siga vit, at rúmdin er alt, sum er, kann einki vera uttanfyri. Tað er sanniliga ikki lætt at ímynda sær øll hesi torføru viðurskifti.
Vinalig
Pól