Hey Pól!
Hvussu nógvar stjørnur eru í rúmdini?
Esmar
Hey Esmar!
Neyva talið veit eingin við vissu, men tað er ófatiliga stórt.
Stjørnurnar eru ikki býttar javnt í rúmdini. Tær eru savnaðar í ovurstórar “stjørnuoyggjar”, sum vit nevna stjørnubreytir, galaksar. Okkara stjørna, sólin, er í vetrarbreytini. Í henni eru í minsta lagi hundrað milliardir stjørnur. Hetta talið 100.000.000.000 verður skrivað 10 11 og tú sigur tað soleiðis: tíggju í ellivta potensi.
Vanliga verður sagt, at talið á stjørnubreytum, sum vit vita um, er einar 200 milliardir breytir (2∙10 11 ). Sambært nýggjastu metingunum er hetta talið helst einar tíggju ferðir so stórt, t.e. 2∙10 12 . Falda vit nú hesi bæði tølini, fáa vit talið 2∙10 23 , t.e. eitt tveytal við 23 nullum.
Granskarar siga, at alheimurin er 13,8 milliardir ár. Hugsa tær, at tú tendraði ein stjørnuteljara, tá ið heimurin varð til, og at hann taldi eina stjørnu um sekundið. Hvat hevði hesin teljarin víst í dag? Svarið er um leið 4,4∙10 17 stjørnur, og hetta talið er bara ein evarska lítil brotpartur av talinum 2∙10 23 , sum varð nevnt omanfyri.
Afturat hesum er vert at nevna, at vit hava ikki møguleika at síggja tær stjørnurnar, sum eru so langt burtur, at ljósið frá teimum ikki enn hevur havt stundir at koma til okkara. Samanumtikið mugu vit siga, at stjørnurnar eru ófatiliga nógvar í tali, helst nógv fleiri enn vit eru før fyri at ímynda okkum.
Vinaliga Pól