Hey Pól!
Ber til at koyra trø út í rúmdina?
Esmar
Hey Esmar!
Trø skulu hava mold at vaksa í, og tey skulu hava luft og ljós og vatn við føðsluevnum.
Í tóma rúmininum ber so ikki til at planta trø, men finna vit einaferð gongustjørnur - um onkra fjara stjørnu - við umstøðum, sum minna um tær á jørðini, hevði ivaleyst borið til at planta trø á teimum.
Tað verður tó ikki í bræði, tí frástøðurnar til aðrar stjørnur eru so ógvuliga stórar. Kanska fara trø einaferð at vaksa á mánanum og kanska eisini á Mars, men tað má so vera í serligum vakstrarhúsum, tí har er næstan einki lofthav.
Royndir hava annars í mong ár verið gjørdar bæði við plantum og dýrum úti í rúmdini, í rúmdarførum og rúmdarstøðum. Í rúmdarførum, sum mala um jørðina, valdar vektloysi, t.e., har merkist eingin tyngd sum á jørðini. Granskarar vilja vita, hvussu plantur og dýr verða ávirkað í vektloysi.
Royndirnar hava víst, at tað ber væl til at fáa nógvar ymsar plantur at vaksa í vektloysi, fáa tær annars tað, sum teimum tørvar. Planturnar gera oxygen, og kunnu tær verða etnar, er tað eitt kærkomið ískoyti hjá rúmdarfólkunum.
Eisini dýr duga at laga seg til umstøðurnar í vektloysi. Hundar og apur vóru sum kunnigt sendar út í rúmdina, áðrenn tey fyrstu menniskjuni fóru sama veg. Eiturkoppar læra seg skjótt at gera lokkanet í vektloysi, og fiskar, sum annars brúka tyngdina til at venda rætt í sjónum, læra í vektloysi at svimja við ryggfjarðumum móti ljósinum o.s.fr.
Vinaliga
Pól