Hey Pól
Um eg vil síggja stjørnubreytina, hvar skal eg so hyggja? Og nær sær ein hana?
Petur
Hey Petur
Eg giti, at tú hugsar um okkara stjørnubreyt, vetrarbreytina, og har er tað so, at vit eru stødd inni í vetrarbreytini, nakað uttarlaga á. Tí kunnu vit ikki síggja hava uttanífrá, men hyggja vit tann vegin, har tjúkkast er fyri av stjørnum, í miðplaninum í breytini, hóma vit líkasum eitt gráligt tám eftir luftini. Hetta támið, sum er ljósið frá nógvum stjørnum, verður eisini nevnt vetrarbreytin. Og tað sæst altíð, tá ið líkindini eru til tað, t.e. tú skalt vera onkustaðni, har sum tað er bølamyrkt, og hetta skal vera í niðu, tá ið eingin máni er.
Vit síggja tó ikki langt við berum eygum, tá ið vit hyggja í kantin á vetrarbreytini – bara nøkur hundrað ljósar, tí har er so tjúkt fyri av gassi og dusti.
Mynd 1 vísir, hvar vetrarbreytin er á luftini. Eg plagi at finna stjørnumyndina Cassiopeiu fyrst, og so brúka hana sum ýti, tí vetrarbreytin fer ígjøgnum Cassiopeiu. Kanna myndina gjølla og lær teg at finna Cassiopeiu, t.d. við at leingja afturgalvin í Kalsvongi tvørtur um Norðstjørnuna.
Hyggja vit ikki í kantin á vetrarbreytini, men aðrar vegir, ber til at síggja væl longri við berum eygum. Einasta rættiliga stjørnubreyt, sum sæst við berum eygum í síni heild, er Andromeda, sí mynd 2.
Til at finna hana á luftini plagi eg eisini at brúka Cassiopeiu. Tú skalt klúgva høgra v´ið í w´num og fara niður eftir hesari strikuni, sum myndin vísir. Tá ið tú kemur til eina bjarta stjørnu, fert tú á skák uppeftir til høgru til eina aðra stjørnu, og so eitt petti afturat eftir somu kós. Tá hómar tú í bestu líkindum ein ógvuliga káman gráan blett á luftini. Hetta er ljósið frá hundraðtals milliardum stjørnum í Andromedabreytini.
Tað er einki at siga til, at hetta ljósið er kámt, tí tað hevur gingið so langa leið. Tað hevur nevniliga verið ávegis til okkara í um leið 2,5 milliónir ár!
Vh
Pól