Hey Pól!
Heldur tú/veitst tú, um at lív er í rúmdini? Grundgev títt svar.
Høgni
Hey Høgni!
Nei, hatta veit eingin. Tí kann eitt svar vera líka gott sum eitt annað. Kanska er lív heilt vanligt í rúmdini, kanska er tað ógvuliga sjáldsamt, og kanska er tað bara til á jørðini. Eisini viðvíkjandi lívinum á jørðini eru nógvir ósvaraðir spurningar. Kom lívið uttanífrá? Ella kom tað í á jørðini. Kom tað kanska í fleiri ferðir? Vit vita snøgt sagt ikki svarið!
Vit vita tó við vissu, at lívið er ógvuliga gamalt á jørðini. At talan var um ógvuliga einfalt lív í milliardir ár. At framkomið lív er ógvuliga ungt á jørðini – bara nakrar hundrað milliónir ár. Nú vita vit eisini, at mikroverur kunnu liva í so ógvisligum umstøðum, sum eingin áður hevði droymt um.
Til eru verur, sum kunnu liva í kókandi vatni, í sterkari sýru, í sterkari geisling (í atomreaktorum), í ógvisligum kulda, í bølamyrkri (á djúphavsbotni). Ja, sjálvt fleiri kilometrar undir jørð eru funnar mikroverur.
Fyri 30 árum síðan vistu vit bara um tær gongustjørnurnar, sum mala um sólina. Í dag vita vit, at tað er heilt vanligt, at stjørnur hava gongustjørnur. Talið á gongustjørnum er tí størri, enn vit hava hugflog at skilja. Tí skal tað vera løgið, um jørðin sum einasta gongustjørna hevur lív. Nógvir granskarar meta, at tað bara er ein spurningur um tíð, til vit hava prógv fyri, at lív eisini er aðrar staðir í rúmdini.
Bókin Rúmdin viðger hetta evnið í 49. kapitli. Har kanst tú lesa nógvar spennandi upplýsingar um lív og lívsvánir í rúmdini.
Vh
Pól